Vælkomin
|
WELCOME |
Aftur í ár skipar Norðoya Listafelag fyri Summarlist í Posthúskjallaranum í Klaksvík. Ein framsýning, ið er opin alt summarið, og sum vísir nakað av tí, sum rørist í listini í 2018.
Framsýningin vísir list í breiðastu merking, og fevnir frá málningalist og grafikki, yvir gipsverk, installatiónir, videoverk, interaktiva list og animatiónstekning til sniðgeving av einum plaggi, gjørt úr spælikortum. Summarlist 2018 er hugsað sum ein upplivilsisframsýning, har ráu rúmini í posthúskjallaranum eru vælhóskandi karmur um ymisku listagreinirnar. 14 listafólk eru umboðað, og eru tey úr øllum landinum. Felags fyri tey øll er, at tey eru yrkislistafólk, flest øll eru útbúgvin innan listaøkið, og flestu teirra liva eisini av listini. Felags fyri fleiri teirra, serliga tey yngru, er, at tey hava nomið sær listaútbúgving uttanlands - í Onglandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Spania og Íslandi. Teirra list er á mangan hátt nýhugsandi og við sínum íkøstum flyta tey føroysku listina og geva tey henni á sín hátt ein nýggjan altjóða kendan dám. Summarlist miðjar eftir at vísa sokallaðu samtíðarlistina í góðum kørmum og á einum týðandi palli mitt í býinum í Klaksvík. Nevnliga í gamla posthúsinum, sum um stutta tíð broytir ham til eitt stásiligt mentanarhús. Listafólkini vísa hvør í sínum lagi sína list, sum er bæði innilig og í summum førum eisini sjálvrannsakandi. Listaáhugaðir gestir kunnu fáa listaupplivingar, ið fjálga, fáa smílið fram, provokera, geva íblástur og kanska fáa ein at hugsa, hvat list kann vera. Men felags fyri øll verkini er, at tey eru skapt av listafólki, ið tora at standa við, hvat tey umboða og hava upp á hjarta. Takk fái Eldrafelagið í Klaksvík, sum aftur í ár trúliga ansar framsýningini. Takk fái Klaksvíkar kommunu fyri vælvild í sambandi við, at vit kunnu nýta hølini. Og takk fái tey, sum hava hjálpt til við at gera framsýningina klára. Norðoya listafelag ynskir øllum vælkomnum til SUMMARLIST 2018. |
This year the Northern Isles Art Association is once again organising its Summer Art exhibition at the old Post House, Posthúskjallarin, in Klaksvík. The display will stay open over the summer to showcase trends in Faroese art anno 2018.
Art is featured here in the broadest sense and pieces range from paintings, prints, plaster works, installations, video pieces, interactive art and animation to a garment designed in a deck of cards. Summer Art 2018 is an immersive experience evocatively set in the Post House basement´s rough unrefined rooms. Fourteen artists are taking part and they hail from every corner of the country. What they all have in common is that they are professional artists, most have degrees in art and also live off their art. What many of them also have in common, particularly the younger generations, is that they studied art abroad in the UK, Sweden, Norway, Denmark, Spain and Iceland. Their work is innovative in many ways and their contributions broaden Faroese art adding a new international touch. Summer Art aims to showcase what we know as contemporary art in fitting surroundings on a major platform in the heart of the town of Klaksvík at the old Post House, which is soon to be transformed into a grand house of culture. The artists are showcasing their individual pieces, both heartfelt and, in some cases, soulsearching. Visitors with a passion for art will be in for experiences that are heart-warming, humorous, provocative and inspiring, a collection fostering reflection on the nature of art. But what all the pieces have in common is that they were created by artists, who dare to stand up for what they represent and have to say. We owe thanks to the Pensioners´ Association in Klaksvík, which once again will be offering faithful custodianship of the exhibition. We would like to acknowledge Klaksvík Municipality for allowing us to use the venue, along with all the people who helped prepare the exhibition. The Northern Isles Art Association wishes everyone a warm welcome to SUMMER ART 2018. |