Norðoya Listafelag
  • Heim
  • Summarlist 2019
  • Summarlist 2018
  • Summarlist 2017
  • Um felagið
    • Viðtøkur
    • Nevnd
Picture

Vælkomin

WELCOME

Norðoya listafelag hevur gott 30 ár á baki. Felagið varð fyrst og fremst stovnað fyri at fjálga um listafólk og listina í økinum. Hetta, við at skapa áhuga, keypa og eiga list, umframt at skipa fyri framsýningum og listarligum tiltøkum. Gjøgnum árini hava framsýningar verið har fokus er sett á listafólk úr Norðoyggjum. Eisini hevur felagið skipað fyri árligari listaframsýning á Norðoyastevnu, har bæði roynd og spírandi listafólk hava havt møguleika at útstilla og selja síni verk.
 
Við SUMMARLIST 2017 verður kendi leisturin broyttur. Jaligar listarligar rembingar eru í býnum, og býráðið hevur við keypinum av posthúsinum, sum annars verður 50 ár í ár, lagt lunnar undir eina nýggja listarliga kós. Posthúsið, við einari størri uppíbygging, fer í framtíðini at hýsa einum stórum parti av mentunarlívinum í býnum. Her fer listafelag, sjónleikafelag og tónleikur av ymiskum slag at húsast, her verður stórur pallur til framførslur og ymisk hølir til framsýningar o.a.
 
Við SUMMARLIST 2017 vóna vit at skumpa undir góða listarliga rákið. SUMMARLIST 2017 fevnir um eina framsýning á tveimum ymiskum støðum. Framsýningin letur upp á Norðoyastevnu síðst í Mei mánaða og letur aftur saman við síðsta summartiltakinum í Klaksvík, ið eru sjómannadagarnir í August mánaða.
 
Á øðrum staðnum er framsýningin afturlítandi við forkunnugum verkum eftir listafólkum úr Norðoyggjum, sum ikki eru ímillum okkara longur. Flestu av hesum verkum eigur listafelagið, meðan onkur av verkunum eru privat ogn. Gamla „Isenkram“, sum er í erva á Kunningarstovuni, hýsir hesum parti av framsýningi .
 
Hitt staðið er við samtíðarlist í posthúskjallaranum við inngongd sunnanfyri, niður gjøgnum trappurnar. Her fara kend og roynd listafólk at sýna fram síni verk, og her er samstundis talan um eina søluframsýning.
 
Árliga framsýningin á Norðoyastevnu verður ikki slept, men er latin Rotary klubbanum, sum heldur fram við hesum tiltaki eftir sama leisti sum vit kenna hann.
 
Norðoya listafelag ynskir øllum vælkomnum til SUMMARLIST 2017.

The Northern Isles Art Society, Norðoya listafelag, is more than thirty years old. The society was first and foremost founded to support art and artists in the region by garnering interest in art, buying and owning works of art, as well as putting on exhibitions and other art events. The society’s exhibitions have focused on artists from the Northern Isles. The society’s annual exhibition has traditionally been held during the Northern Isles Festival, where both established and up-and-coming artist have been able to exhibit and sell their works.
 
SUMMER ART 2017 paves a new path. Something good is happening on the art scene in town. With the purchase of the Post Office, which turns fifty this year, the town council has laid the foundations for new artistic ventures. The Post Office, including a large new extension, will in the future house most of the town’s cultural life. It will be home to the art society, the theatre company and all kinds of music. Here you will find a large stage for performances and a variety of halls to be used for exhibitions, etc.
 
With SUMMER ART 2017 we hope to fan the current artistic flame in Klaksvík. SUMMER ART 2017 is an exhibition held at two locations. The exhibition opens toward the end of May at the Northern Isles Festival and runs through the summer, closing at the end of the town’s last summer event, the Day of the Sailor in August.
 
One location is retrospective, containing interesting works by Northern Isles artist that have passed away. The art society owns most of these work, though some are privately held. The old shop „Isenkram,“ located on the top floor of the Tourist Information Office, houses this part of the exhibition.
 
The other location (contemporary) is the Post Office Basement. You find it by going downstairs from the rear entrance. Here, well-known and experienced artists will exhibit their works, which are for sale.
 

Picture

Meet the ARTISTS


AMARIEL NORÐOY
ARNOLD VEGGHAMAR
EDWARD FUGLØ
GUÐRIÐ POULSEN
HANSINA IVERSEN
HANNI BJARTALÍÐ
JAN NYSTRØM
JOEL COLE
MARIANNA BJØRGHEIM
OLIVUR VIÐ NEYST
PÁLL PURKHÚS
PÓL SKARÐENNI
SÍMUN POULSEN
SIGRUN GUNNARSDÓTTIR
UNN JOENSEN
JÁKUP PAULI GREGORIUSEN
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture

Meet the ARTISTS


ELINBORG LUTZEN
ELIESAR ÚR PÁLLSSTOVU
EMIL KRAUSE
FABIAN (FABBE) KRISTOFFER WAHLBERG
FLORA HEILMANN
FRIDA ZACHARIASSEN
FIDTJOF JOENSEN
HANNEMIA JOENSEN
HANS HANSEN
HANS JACOB GLERFOSS
INGÁLVUR AV REYNI
JANUS KAMBAN
JANUS ÚR JÁKUPSLON
JÓANNIS KRISTIANSEN
JÓGVAN WAAGSTEIN
POULINA JOENSEN
SÁMAL JOENSEN MIKINES
STEFFAN DANIELSEN

Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
Picture
HEIM

NORÐOYA LISTAFELAG

Copyright © 2017

Vitja SUMMARLIST 2019

í posthúskjallaranum - inngongd sunnanfyri


atgongumerkjasølan er á posthúskjallaranum
Kostnaður børn kr. 0,-
Kostnaður vaksin kr. 50,-


01. Juni - 18. august
Opið: FRÍGGJADAG - SUNNUDAG kl. 14.00-17.00





NORÐOYA LISTAFELAG

t-postur:

info@nordlist.fo
Picture
  • Heim
  • Summarlist 2019
  • Summarlist 2018
  • Summarlist 2017
  • Um felagið
    • Viðtøkur
    • Nevnd