Vælkomin |
WELCOME |
Triðja árið á rað skipar Norðoya Listafelag fyri SUMMARLIST í Posthúskjallaranum. Hetta er nú blivið eitt árligt tiltak, sum hevur fingið fastatøkur millum fólk.
Ætlanin við SUMMARLIST var frá byrjan at geva samtíðarlistini ein pall, og hann fekk adressu í hjartanum í Klaksvík. Framsýningin letur upp á Norðoyastevnu og er opin fram til Sjómannadagin, tvey av teimum stóru summartiltøkunum, ið byrja og enda summarið hjá Norðoyggjum. Til SUMMARLIST 2019 var ivasamt, um Posthúskjallarin aftur kundi nýtast til tiltakið, tí at nýggja mentanarhúsið skal byggjast uppí hetta ikoniska posthúsið mitt í býnum. Tíðin fer at vísa, um hetta er seinastu ferð, framsýningin verður í hesum hølinum. Óansæð kunnu vit gleðast um, at møguleikin hevur verið fyri at hava framsýningina her hesi árini. Aftur í ár er eitt breitt úrval av samtíðarlistafólki. SUMMARLIST 2019 fevnir um alt frá málningalist, tekningalist, linoliumsprent, installatións- og videolist til klædnalist av ymsum slag. Listafólkini eru ymisk: Summi eru sera tíðarbær, onnur hava verið virkin í nógv ár, og aftur onnur eru nýggj á økinum. Felagsnevnarin fyri tey øll er, at góðskan er í hásæti. Vitjandi kunnu fáa íblástur, síggja dygd og kanska eisini fáa nakað at hugsa um. Tá hetta er blivið eitt árligt tiltak, sum Norðoya Listafelag skipar fyri, kann ein siga, at summarið byrjar og endar við SUMMARLIST. Nógv fjølbroytt er at síggja, og góðir karmar eru í dag fyri list í Norðoyggjum. Vónandi kann hetta viðvirka til at skapa áhuga fyri nýggjum spírum á økinum. Við hesum ynskir Norðoya Listafelag øllum vælkomnum til SUMMARLIST 2019. |
For the third year in a row, Norðoya Listafelag hosts SUMMARLIST in Posthúskjallarin. It has become an annual event that has gotten a firm grip on the public.
The intention behind SUMMARLIST has always been to provide a stage for contemporary art, and we found one in the very heart of Klaksvík. The exhibition opens on Norðoyastevna and lasts until Sjómannadagurin, two of the major events of the summer that signal the beginning and the end of summer in the Northern Islands. There was doubt as to whether SUMMARLIST could use Posthúskjallarin as the location of the exhibition due to the expansion of the iconic post office, which is to accommodate the new culture house right in the middle of the city. Time will tell if this is the last time the exhibition will be held in this gallery. In all circumstances, we can rejoice that we have had the opportunity to have the exhibit here these last few years. Again this year there will be a broad selection of contemporary artists. SUMMARLIST 2019 encompasses everything from paintings, drawings, linoleum prints, installation- and video art, to textile art of various kinds. The artists are different: some are contemporary, others have been active for many years, and others still are new in their field. The common denominator for them all is that quality is imperial. Visitors can get inspired, see excellent works of art, and perhaps get something to think about, too. With these words, Norðoya Listafelag welcomes you to SUMMARLIST 2019. |